Eftirmaðurin lovar eisini hevnd

Eftirmaðurin lovar eisini hevnd
Esmail Qaani sigur, at Iran fer at halda fram við at reka USA úr Miðeystri
 
06.01.2020 - 15:00

Eftirmaður myrda iranska herovastan, Qassem Soleimani, Esmail Qaani, ger longu greitt, at framferðin hjá Iran verður tann sama sum undir myrda herovastanum, og at Iran fer at hevna drápið.

Tað boðaði hann frá í almenna iranska sjónvarpinum, samstundis sum Soleimani verður jarðaður.

- Vit fara at halda fram við stríðnum at reka USA úr Miðeystri, gjørdi Qaani greitt.

Qaani hevur verið varaovasti í serligu Qud-deildini síðani í 2006, og hevur tí samstarvað tætt við myrda herovastan.

Fór upp í herin 25 ára gamal

62 ára gamli, Esmail Qaani, fór upp í kollveltingarherin  25 ára gamal, og hann hevði stóra virðing í krígnum ímillum Iran og Irak, sum vardi frá 1980 til 1988.

Tí hevur eisini hann stóra virðing millum fólk í Iran. Og av tí sama kom hann sær skjótt fram sum herovasti.

Tíðindafólk skriva úr Teheran, at tey sjálvdan, ella helst ongantíð fyrr hava sæð so stórar mannamúgvir í gøtunum, sum nú myrdi herovastin verður jarðaður. Fólk rópa um hevnd, skrivar Reuters.

Fleiri hermenn til Miðeystur

USA hevur gjørt av at senda fleiri hermenn til Miðeystur, hóast irakiska tjóðartingið sigur seg vilja hava allar útlendskar hermenn úr landinum.

- Mær tørvar ikki nøkur boð frá kongressini um at leypa á Iran, ta avgerðina kann eg taka sjálvur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Bæði danskir og norskir hermenn eru eisini í Irak.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190