Boð eftir íslendsku bjargingartænastuni

Boð eftir íslendsku bjargingartænastuni
Boð vóru bjargingarfólkum stutt eftir midnátt í gjárkvøldið, tí ein fiskibátur hevði fingið motorbrek út fyri Vogar við Reykjanes
Myndin er frá bjargingini í nátt, og er tikin umborð á bjaringarbátinum Hjalti Frey úr Grindavík
 
17.02.2020 - 17:29

Báturin rak skjótt inn móti landi. Ein maður var umborð á bátinum, ringt veður og stór alda var á leiðini.

Bjargingarlið úr Suðurnesi og manningin umborð á trolaranum, Sóley Sigurjóns, vóru við í bjargingini. Tey fingu ein enda í bátin og skuldu síðani sleipa hann til lands. Men maðurin umborð á lítla bátinum var útlúgvaður, og tí varð neyðugt at senda eitt av bjargingarfólkunum í gummibáti yvir til bátin at hjálpa manninum. 

Báturin varð síðani sleipaður inn Hafnarfjørð. Umstøðurnar vóru ringar til bjargingararbeiðið, og bjargingarátakið varð ikki liðugt fyrr enn kl. 6 í morgun, skrivar mbl.is. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
I can't stop Ioving you! (4:5)
174579
Mikudag 8. mai
Katrin býr á strondini (3:5)
174577
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537