Sálarsjúkur maður koyrdi inn í mannamúgvu

Sálarsjúkur maður koyrdi inn í mannamúgvu
Eygnavitni siga, at maðurin koyrdi á fólkini í týska býnum Volkmarsen við vilja
52 fólk fingu skaða, 18 av teimum vóru børn, tá ein maður koyrdi inn í mannamúgvuna í Volkmarsen
 
25.02.2020 - 14:27

Tað var eftir øllum at døma ein 29 ára gamal sálarsjúkur týskur maður, sum í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu ið helt føstulávintshald í týska býnum, Volkmarsen. 52 fólk fingu skaða, 18 av teimum vóru børn, skrivar Berlingske.

Eygnavitni siga, at maðurin koyrdi á fólkini við vilja.

Hann hevði frammanundan sagt við grannarnar, at hann fór at koma í týsku miðlarnar. Hann liggur á sjúkrahúsi við skaða í høvdinum, og løgreglan hevur ikki avhoyrt hann enn, skrivar Bild.

Álop

Týska løgreglan sigur, at talan var um eitt álop, men at politikkur ikki var orsøkin, og tí verður málið kannað sum eitt drápsmál, og ikki sum yvirgangur.

Løgreglan hevur fyrr havt eyguni við manninum fyri eitt innbrot.

Tá hann er komin fyri seg aftur, verður hann ákærdur fyri tað, sum hann gjørdi, upplýsir løgreglan fyri Bild.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941