Arbeiðsloysisstuðulin hækkar og inngaldið lækkar

Arbeiðsloysisstuðulin hækkar og inngaldið lækkar
Landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum hevur borið uppskotið um at hækka arbeiðsloysisstuðulin og lækka inngjaldið til ALS í løgtingið
 
29.02.2020 - 15:56

Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur - upp í 18.500 krónur um mánaðin.

- Skipanin hevur havt vaksandi avlop á hvørjum ári síðan 2014, og stýrið fyri ALS heldur nú, at fíggjarligu umstøðurnar eru so góðar, at hetta er ráðiligt, sigur Helgi Abrahamsen.

Í 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 mió. kr. Stýrið fyri ALS heldur, at skipanin er før fyri at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd.

Útgjaldið úr Arbeiðsloysisskipanini er ikki broytt síðan 2012.

Í sama viðfangi verður ALS-gjaldið lækkað úr 1,25% niður í 1%. Tann broytingin verður lýst í kunngerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329