Uppskot um at leggja saman við Grønlandsbankan

Uppskot um at leggja saman við Grønlandsbankan
Aðalfundurin hjá BankNordik 26. mars skal taka støðu til eitt uppskot um at leggja saman við Grønlandsbankan
 
03.03.2020 - 08:46

Uppskotið um, at leggja BankNordik saman við Grønlandsbankan, verður tó neyvan samtykt, tí nevnd bankans tekur ikki undir við tí.

Kim Pedersen, partaeigari, mælir til, at nevndin í BankNordik fyri komandi ársaðalfund bankans setur seg í samband við nevndina í Grønlandsbankanum.

Nevndin tekur ikki undir við uppskotinum

Tað verður gjørt fyri at kanna, um grundarlag er fyri samanlegging ella øðrum sínámillum bindandi samstarvi millum BankNordik og Grønlandsbankan.

Nevndin svarar, at eitt slíkt strategiskt stig hoyrir undir virkisøki og ábyrgdarøki nevndarinnar. Nevndin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Kim Pedersen.

Nevndin í BankNordik tekur heldur ikki undir við einum uppskoti hjá Kim Pedersen um, at bankin keypir egin partabrøv í staðin fyri at luta út vinningsbýti.  

Ikki lógarheimild at keypa egin partabrøv

Nevndin sigur, at BankNordik hevur ikki lógarheimild til at keypa egin partabrøv, uttan at Fíggjareftirlitið hevur givið loyvi til tess.

Nevndin vísir eisini til lóggávuna á økinum. Sambært henni hevur bankin ikki heimild til ella møguleika fyri at brúka upphæddina, sum er í uppskoti at gjalda sum vinningsbýti fyri 2019, til at keypa egin partabrøv fyri árslok 2020. 

Annars fekk nevndin á aðalfundinum í fjør loyvi til at keypa egin partabrøv. Loyvið er galdandi til 1. mars 2024. BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti fyri 2019, sjey krónur fyri partabrævið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098