Ruðuleiki í Spania: Starvsfólk rýma frá búfólkum

bannari
Ruðuleiki í Spania: Starvsfólk rýma frá búfólkum
Nógv eldri fólk á ellisheimum og eldrasambýlum eru funnin einsamøll, og fleiri liggja deyð í songini
Starvsfólk á Monte Hermoso-ellisheiminum í Madrid hjálpa einari eldri kvinnu í songina
Mynd: AP  
 
24.03.2020 - 10:51

Í Spania er støðan ring, nú koronakreppan ger um seg av álvara. Í fleiri ellisheimum og eldrasambýlum eru starvsfólkini rýmd, og nógv eldri fólk eru funnin einsamøll. Fleiri lógu deyð í songini.

Tað sigur spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, við eina spanska sjónvarpsstøð, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Greinin heldur fram niðanfyri

Margarita Robles sigur, at starvsfólkini eru rýmd av nøkrum ellisheimum, eftir at koronavirusið er farið at gera um seg av álvara.

Herurin skal hjálpa til

Spania er eitt av harðast raktu londunum í Europa av koronavirusinum, og herurin í landinum hevur fingið boð um at hjálpa til.

Tað vóru hermenn, sum komu fram á tey gomlu á ellisheimunum, sum vóru einsamøll. Spanska ákæruvaldið sigur seg fara at kanna viðurskiftini, skrivar BBC.

Seinasta uppgerðin í Spania vísir, at meir enn 35.000 fólk eru smittað við koronavirusinum og at meir enn 2.300 fólk higartil eru deyð av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329