Kostar landinum 100 milliónir

Kostar landinum 100 milliónir
Higartil kostar korona landskassanum 100 milliónir krónur í beinleiðis eykajáttanum
 
06.04.2020 - 08:50

Uppskotið um eykajáttan, sum nú er í tinginum, kostar 96,5 milliónir krónur. Biðið verður um 81,5 milliónir til at geva fyritøkum endurgjald.

Og løgtingið er biðið um 15 milliónir krónur til lønarískoyti til fólkapensjónistar. Als leggur pengarnar út og fær teir so aftur úr landskassanum, tí fólkapensjónistar eru ikki í Als.

Í mars játtaði Fíggjarnevndin 2,1 millión. 1,7 milliónir krónur eru til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað.

Men seinasta orðið er ikki sagt enn. Fíggjarmálaráðið sigur, at so skjótt sum til ber at gera nøktandi meting um meirrútreiðslurnar, koma uppskot um eykajáttanir í løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659