Felagskvota í staðin fyri royndir og verkætlanir

Felagskvota í staðin fyri royndir og verkætlanir
Enn bara ein hugsan í Fiskimálaráðnum, eingin politisk viðgerð hevur verið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Óvissa er um 40.000 tons av svartkjafti
 
09.04.2020 - 11:32
Tíðin er farin undan teirri ætlan at býta út 40.000 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár.
 
Spurningurin er so, hvat tey 40.000 tonsini skulu brúkast til, so tey ikki fara fyri skeytið.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hugsanin er tann, at tey 40.000 tonsini verða latin sum felagskvota til øll at fiska.
 
Men tey, sum hava eginkvotu, skulu fiska sína eginkvotu fyrst, áðrenn tey sleppa fram at felagsskvotuni.
 
Eingin politisk viðgerð hevur verið
 
Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at enn er hetta bara ein hugsan í Fiskimálaráðnum.
 
Landsstýrið er kunnað um hana, men eingin politisk viðgerð hevur verið, hvørki í landsstýrinum ella í samgonguni, sigur Jacob Vestergaard.
 
Tað krevur lógarbroyting at býta út tey 40.000 tonsini sum felagskvota, so málið skal í løgtingið.
 
Málið hevur skund, tí svartkjaftatíðin er nú.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342