WHO: Bara koppseting kann steðga korona

WHO: Bara koppseting kann steðga korona
Ein trygg og góð koppseting er neyðug, skal smittuútbreiðslan steðgast, sigur aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum
 
14.04.2020 - 08:14

Heimurin er tætt knýttur saman í dag, og tí er støðugur vandi fyri, at COVID-19 kann stinga seg upp aftur og bróta út av nýggjum, segði aðalskrivarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á tíðindafundi í gjár.

 Ein trygg og góð koppseting er neyðug, um smittuútbreiðslan skal steðgast endaliga, segði aðalskrivarin hjá World Health Organization.

Kann taka eitt ár

Sambært Heimsheilsustovninum eru tíggju ferðir fleiri fólk higartil deyð av COVID-19 enn tað doyðu av H1N1, svínakríminum, sum fór um heimin í 2009.

Samstundis, sum fleiri granskingartoymi av øllum alvi royna at menna eina koppseting, royna fleiri heilivágsfyritøkur heilivág, sum longu finst, fyri at vita, um hann riggar móti COVID-19. 

Tað kann taka útivið einum ári, at menna eina nøktandi koppseting, skrivar tíðindastovan hjá AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372