Ferðin hjá Team Rynkeby avlýst

Ferðin hjá Team Rynkeby avlýst
Ferðin hjá teimum 63 fólkunum, ið skuldu fara úr Føroyum til París í summar, verður av ongum
Ferðin hjá Team Rynkeby til París í summar er avlýst. Sostatt fara føroysku súkklarnir heldur ongan veg
 
18.04.2020 - 15:53

Ferðin hjá Team Rynkeby-súkklarunum til París í summar er avlýst. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby-grunnin seinnapartin í gjár, skrivar føroyski parturin hjá felagsskapinum á heimasíðuni.

Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið, at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt, sigur Peter Frank Andersen, nevndarformaður í Team Rynkeby-grunninum.

Áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda, at tað er ráðiligt, at fara til París í summar, sigur hann, sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum.

63 fólk skuldu fara úr Føroyum

Eftir ætlanini skuldu tilsamans 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum frá 2. til 11. juli í summar.

Tilsamans 50 súkklarar og 13 hjálparfólk skuldu eisini fara við ferðalagnum úr Føroyum í summar, men hetta verður sostatt eisini av ongum nú.

Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635