Koronasmittan breiðir seg aftur í Týsklandi

bannari
Koronasmittan breiðir seg aftur í Týsklandi
Ein sjúklingur smittar nú í miðal meira enn eitt fólk
Týska samfelagið er latið meira upp, men tað hevur avleiðingar
 
11.05.2020 - 10:18

Koronasmittan er farin at breiða seg aftur í Týsklandi, eftir at landið hevur latið samfelagið meira upp. Tað skrivar DR. 

Smittutalið í Týsklandi er nú oman fyri tað punktið, sum merkir, at ein sjúklingur við koronuvirusinum í miðal smittar meiri enn ein persón. Við øðrum orðum, so merkir tað, at smittan aftur breiðir seg í Týslandi. 

Tað hendir, eftir at ein røð av tiltøkum, sum vórðu sett í verk fyri at avmarka smittubreiðsluna, eru sett úr gildi. 

Smittutalið 1,10

Stovnurin Robert Koch, sum er stovnurin í Týsklandi, ið hevur eftirlit við infektiónssjúkum, setti í gjár smittutalið til 1,10. Mikudagin var smittutalið 0,65. 

Robert Koch-stovnurin hevur áhaldandi sagt, at skal koronasmittan byrgjast inni, skal smittutalið vera niðan fyri eitt. 

Týskland hevur higartil skrásett 169.300 fólk, sum eru smittað við Covid-19, og 7.434 fólk eru deyð av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025