Fáa listafólkaløn í trý ár

Fáa listafólkaløn í trý ár
Gunnvá Zachariasen, Rakel Helmsdal og Silja Strøm hava fingið listafólkaløn í trý ár frá Mentanargrunni landsins
Silja Strøm fær listafólkaløn í trý ár
 
18.05.2020 - 14:17

Gunnvá Zachariasen fæst við sjónleik, Rakel Helmsdal skrivar bøkur og Silja Strøm fæst við myndlist. Faknevndir, tvey fólk vóru í hvørjari, grundgóvu fyri, at júst tær tríggjar skuldu fáa listafólkaløn.

22 umsóknir komu um listafólkaløn hesaferð. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum.

Listafólkalønin er slakar 28.000 krónur um mánaðin. Lønartalvan hjá Lærarafelagnum er brúkt sum grundarlag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334