Avataq setti met

Avataq setti met
Fiskaðu meira enn 900 tons av rækjum í tríggjar vikur
Avataq er størsti trolarin í Grønlandi
Mynd: Fiskerforum, Jógvan Tróndarson  
 
20.05.2020 - 10:27

Grønlendski trolarin Avataq hevur landað 903 tons av rækjum í Sisimiut.

Hetta er met, sigur skiparin á Avataq, Jógvan Tróndarson, í tíðindaskrivi frá Royal Greenland.

Teir byrjaðu túrin 25.apríl, og fingu tí yvir 900 tons í tríggjar vikur.

Avataq er størsti trolarin í Grønlandi. Hann er bygdur í Spania, og kom til Grønlands beint fyri jól í fjør.

24 mans eru við Avataq. Vanliga plaga rækjutrolarar at hava millum 400 og 500 tons hvønn túr.

Men trolarin Markus hevði 870 tons í síðstu viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659