SAS biður um hjálp fyri níggju milliardir

bannari
SAS biður um hjálp fyri níggju milliardir
Korona hevur rakt norðurlendska flogfelagið meint, og higartil eru 5.000 fólk søgd úr starvi
Korona rakar SAS meint
 
15.06.2020 - 13:54

Norðurlendska flogfelagið, SAS, biður nú um níggju milliardir krónur í statsfígging úr Danmark og Svøríki.

SAS er meint rakt av koronukreppuni, og hevur sett tiltøk í verk at tillaga raksturin.

Millum annað var umleið helvtin av starvsfólkunum, 5.000 í alt, søgd úr starvi síðst í apríl, flogfør eru tikin úr rakstrinum, og ætlanirnar um at keypa nýggj Airbus-flogfør eru fyribils sleptar.

Men fíggjarliga flogið hjá SAS er framvegis tungt.

Flogfelagið skrivar í tíðindaskrivi fyrrapartin, at tað verður neyvan fyrrenn seint í 2022, at fíggjarstøðan verður á sama stigi sum fyri koronukreppuna.

SAS hjálpir við trimum millardum

Svenska stjórnin sigur seg vera til reiðar at seta 3,5 milliardir krónur í felagið. Í Danmark er stjórnin eisini sinnað at stuðla flogfelagnum, men politisk semja má finnast um upphæddina.

Bæði danski og svenski staturin eru høvuðspartaeigarar, og eiga umleið 14 prosent í SAS.

Norska stjórnin seldi sín part fyri tveimum árum síðani.

SAS hevur kortini samráðingar við norsku stjórnina um at læna pengar til raksturin.

Seinni í hesum mánaðinum fer SAS at kunngera eina langtíðarætlan fyri flogfelagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343