Reisa ákæru móti kvotubarónum

Reisa ákæru móti kvotubarónum
Danska bakmansløgreglan - eisini nevnt SØIK - hevur reist ákæru móti tíggju fólkum í einum máli um svik við kvotum
Danska ákæruvaldið krevur, at Henning Kjelden missir rættin at virka sum reiðari
 
25.06.2020 - 09:38

Ákæruvaldið krevur, at tey tíggju fólkini fáa bót fyri teirra leiklut og at hald verður lagt á umleið 232 milliónir krónur  Ákæra verður reist, tí illgruni er um strámannavirksemi, tí ein reiðari í veruleikanum eigur fleiri feløg, ið onnur standa fyri. 

– Aftaná umfatandi kanningararbeiði metir SØIK, at grundarlag er fyri at reisa ákæru, tí ein reiðari hevur ognað sær kvotur gjøgnum fleiri feløg, har strámenn vóru skrásettir sum eigarar. Hetta tí lóggávan forðaði honum í sjálvur at keypa fleiri kvotur.

– Tað er okkara meting, at hann er tann einasti, ið hevur verið partur av virkseminum í feløgunum, og at stjórarnir í feløgunum bara hava virkað sum strámenn, sigur Per Fiig, ið er virkandi sakførari hjá SØIK, í tíðindaskrivi.

Sigur seg einki kenna til málið

Sambært DR, er talan um vinnulívsmannin og ein av ríkastu monnum í Danmark, Henning Kjeldsen. Í viðmerking við DR sigur Henning Kjeldsen, at hann kennir einki til málið.

Ákæruvaldið krevur eisini, at Henning Kjeldsen missir rættin at virka sum reiðari. Ein advokatfyritøka og eitt granskoðaravirki eru eisini ákærd í málinum. Her krevur ákæruvaldið, at ein advokatur og ein grannskoðari missa rættin at virka.

Málið byrjaði í 2017, tá Ríkisgrannskoðarin lat úr hondum eina atfinningarsama frágreiðing um, hvussu kvotur verða brúktar í donsku fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666