Peningur játtaður til "øðrvísi" ólavsøkuhald

Peningur játtaður til "øðrvísi" ólavsøkuhald
Tað kostar Tórshavnar kommunu eina millión og 115.000 krónur eyka at halda ólavsøkuna í ár
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 1,1 millión til ólavsøkuna. Mynd frá ólavsøkuni 2019
 
26.06.2020 - 07:17

Býráðið samtykti í gjárkvøldið við átta atkvøðum at játta pengarnar. Grannaløg og eigarafeløg kunnu søkja um í mesta lagi 10.000 krónur hvørt at brúka til ólavsøkuhald. 

Ein reglugerð er gjørd um hendan stuðulin, og umsóknarfrestin er 12. juli. Roknað er við 50 slíkum umsóknum, so hálv millión er sett av. Stovnar á eldraøkinum fáa eisini pengar at halda ólavsøku fyri.  

Ítrótturin fær 300.000 krónur, tí einki tivoli verður á Skálatrøð. Men ítróttafeløgini skulu arbeiða fyri pengarnar, sigur býráðið. Í fjør fingu ítróttafeløgini 185.000 kr. frá kommununi til tivoliið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923