Biðja Kina seta lóg úr gildi

Biðja Kina seta lóg úr gildi
Noreg og 26 onnur lond í ST biðja Kina ógilda trygdarlógina, sum landið hevur sett í verk í Hongkong
 
02.07.2020 - 08:55

Tað skrivar tíðindastovan, NTB. Fólk, sum vilja loysa Hongkong frá Kina aftur, kunnu rokna við at verða dømd lívlanga fongsulsrevsing.

Ein og hvør lóg hevur til endamáls at verja borgararnar. Tí er tað av stórum týdningi, at fólk verða tikin við upp á ráð, tá lógir verða gjørdar ella broyttar, sigur norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, við NRK.

Tað var bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, sum legði uppskotið fram í Mannarættindanevndini hjá ST, og sum hini londini tóku undir við.

 >> SÍ EISINI Fleiri handtikin í Hong Kong

Kina vil ikki finna seg í nógvu mótmælunum í Hongkong, og tey, sum skulu tryggja lóg og landaskil, skulu stýrast úr Kina og ikki úr Hongkong, eru greiðu boðini frá kinesisku myndugleikunum.

Leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, sigur seg taka undir við kinesisku lógini. Hon sigur, at nýggja lógin typpir eitt hol í trygdini í landinum.

Bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, sigur, at Kina hevur brotið avtaluna um Hongkong og, at Bretland ikki fer at kveistra sína ábyrgd mótvegis Hongkong til síðis, sigur hann.

Hava steðgað útflutningi

Bæði ES og USA siga seg ikki kunna góðtaka tað, sum hendir í Hongkong, og USA hevur steðgað útflutninginum av vápnatøkni til Hongkong og boðar samstundis frá, at Hongkong kemur undir somu reglur sum restin av Kina.

Tey 27 londini í ST, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, krevja samstundis, at umboð fyri ST sleppa til Hongkong at fylgja gongdini í landinum. Og tey skulu eisini fylgja støðuni hjá fólkabólkum í sjálvum Kina, sum eru undir trýsti frá myndugleikunum.

Ein talsmaður fyri stjórnina í Kina sigur, at kinesiska avgerðin um trygdarlógina er eitt kinesiskt mál, sum eingin skal leggja seg útí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216