Sjúrðarberg skrásettur í Føroyum

Sjúrðarberg skrásettur í Føroyum
Reiðaríið hevur keypt trolaran fyri góðar 18,6 milliónir
Sjúrðarberg, sum JFK Trol hevur keypt úr Týsklandi, er nú skrásettur í Føroyum
 
10.07.2020 - 11:49

Sjúrðarberg er nú skrásettur í Føroyum. JFK Trol hevur keypt trolaran fyri 2,5 milliónir evrur, góðar 18,6 milliónir krónur.

Sjúrðarberg er gamli Skálafall, Beinir og Akraberg, og hann er bygdur á Skála í 1987. Men trolarin varð seldur av landinum í 2006.

Hálvthundrað fólk við skipinum

JFK Trol hevur keypt skipið frá einum reiðaríi í Lettlandi, men skipið, sum kallaðist Dorado, var skrásett í Póllandi.

Sjúrðarberg skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar og tosk í Barentshavinum. Sjúrðarberg skal saman við Gadusi fiska kvotuna hjá JFK Troli til nýggi Gadus kemur um tvey ár.

Eftir ætlan fer Sjúrðarberg til fiskiskap í august. Hálvthundrað fólk vera við skipinum. Sambært heimasíðuni marinetraffic.com liggur Sjúrðarberg í Cuxhaven í Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040