Fyrrverandi spanskur kongur fluttur av landinum

Fyrrverandi spanskur kongur fluttur av landinum
Juan Carlos verður lagdur undir at hava tikið ímóti einari stórari upphædd í mutri úr Saudiarabia
Ákæruvaldið kannar nú, um órinið kann takast frá Juan Carlos, fyrrverandi kongi í Spania
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
04.08.2020 - 07:36

Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, er fluttur av landinum. Tað hevur hann boðað soni sínum, Felipe kongi, frá, upplýsir spanska kongshúsið.

Juan Carlos sigur, at hann hevur tikið avgerðina, so tað verður lættari hjá Felipe at røkja sínar skyldur sum kongur.

Tað er ógreitt, hvagar 82 ára gamli fyrrverandi kongurin er farin, men hann er longu farin av landinum, skriva spanskir miðlar.

Kanna leiklutin í einum sáttmála

Í summar kom fram, at ein ákæri í hægstarætti í Spania er farin at kanna Juan Carlos og leiklut hansara í sambandi við ein sáttmála, sum varð gjørdur við Saudiarabia um snartok.

Ákærin kannar, sum Juan Carlos kann rættarsøkjast fyri mutur, ella um órinið - immuniteturin - vardi hann til juni 2014, tá hann legði frá sær sum kongur.

Eitt sveisiskt dagblað skrivar, at hann fekk umleið 100 milliónir dollarar, ella 650 milliónir krónur í okkara peningi, sum eftir øllum at døma standa í einum banka í Sveis.

Vísir skuldsetingum aftur

Advokaturin hjá fyrrverandi konginum hevur fleiri ferðir víst skuldsetingunum aftur.

Seinastu tíðina er umdømið hjá spanska kongshúsinum versnað munandi, og vinstrahalli flokkurin, Podemos, hevur kravt, at fólkaatkvøða verður um framtíðina hjá kongsveldinum.

Juan Carlos gjørdist kongur í Spania, tá fyrrverandi valdsharrin í landinum, Francisco Franco, doyði í 1975.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968