- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum
Tvey fólk í Føroyum hava fingið staðfest koronusmittuna. Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, fyri Kringvarpinum.
Tey bæði fólkini, sum hava fingið staðfest COVID-19 smittuna, hava bæði verið á ólavsøku, og fólkini hava ikki tilknýti til hvønn annan.
>> SÍ EISINI Landslæknin: Støðan er ørkymlandi
Eitt annað fólk, sum eisini var statt í Føroyum á ólavsøku, og sum nú er farið aftur til Danmarkar, hevur eisini fingið staðfest koronusmittuna.
Tað er óvist, um hetta triðja fólkið er smittað í Føroyum. Landslæknin veit longu við vissu, at tvey av fólkunum eru smittað í Føroyum, upplýsir Heilsumálaráðið.
Landslæknin rópar varskó
Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góða atburðin við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann.
– Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, sigur landslæknin.
– Tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller í tíðindaskrivi, sum varð sent út beint eftir klokkan 12.
Landsstýrið og Epideminevndin koma saman
Bæði landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir COVID-19 tilburðir eru staðfestir, upplýsir Heilsumálaráðið.
Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum lafm@stps.dk
Teir báðir tilburðirnir, sum nú eru staðfestir í Føroyum, eru staðfestir í kanningum í Havn og Klaksvík, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Kringvarpið.