Kommunan endurskoðar Karlamagnusarbreyt

Kommunan endurskoðar Karlamagnusarbreyt
Tórshavnar kommuna fekk 233 viðmerkingar frá fólki um Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt í Hoyvík verður nú endurskoðað, og ein ætlan um hana er á veg. Hendan savnsmyndin er nøkur ára gomul
 
19.08.2020 - 07:08

Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til vinnuøki, men fíggjarkreppan í 2009-2010 broytti ætlanina til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging. 

Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Nú byggingin við Karlamagnusarbreyt er komin væl ávegis, vísir tað seg, at nógvar avbjóðingar eru í økinum, sigur Tórshavnar kommuna.

 >> SÍ EISINI Her skal ferðslan vera tryggari

Býarskipanardeildin og tekniska deild hjá býráðnum hava tí í eina tíð arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar og høvdu kallað fólk í økinum til fundir fyri at viðgera ymisku avbjóðingarnar og tryggja, at fólk vórðu hoyrd.

Men so kom korona, og fundirnir vórðu avlýstir. Í staðin fyri kom ein talgild borgaraluttøka, har bæði fólk í økinum, og onnur kundu gera sínar viðmerkingar.

Fingu 233 viðmerkingar frá fólki

Talgilda borgaraluttøkan var opin í tríggjar vikur, og 233 viðmerkingar komu, 70 frá fólki við Karlamagnusarbreyt, 127 frá fólki í grannalagnum og 70 frá øðrum.

Størstu trupulleikarnir við Karlamagnusarbreyt eru vantandi parkering, gøtur og gonguleiðir, ferðslan á Karlamagnusarbreyt og vantandi fríøki.

Arbeitt verður í løtuni við at gera heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt lidna. Hon fer síðani til politiska viðgerð, og er undirtøka fyri henni har, fer hon til almenna hoyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329