Tríggir tingfundir í næstu viku

Tríggir tingfundir í næstu viku
Tingið fer m.a. at viðgera eitt uppskot um at yvirtaka politiið og tvær eykajáttanir
Løgtingsfundir verða aftur í næstu viku
 
26.08.2020 - 08:53

Tríggir løgtingsfundir vera á næstu viku.

Mikudagin eru munnligir fyrispurningar fyri fyrstu ferð í hesi tingsetuni.

Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta vallógina, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri.

Politi og eykajáttanir

Uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka politiið er eisini á skránni týsdagin. Hósdagin fer løgtingið millum annað at viðgera tvey uppskot um eykajáttanir.

Annað er frá Javnaðarflokkinum um at játta 1,6 mió. kr. til at útbúgva ungar læknar. Pengarnir skulu takast frá játtanini til sendistovur.

Hitt er frá Beintu Løwe í Tjóðveldi um at játta tríggjar milliónir til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952