- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra frá Fuglafrøðifelagnum burturvíst
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur burturvíst kæruna hjá Fuglafrøðifelagnum um avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at góðkenna umhvørvisárinsmetingina hjá SEV, í sambandi við ætlanini at seta seks vindmyllur upp norðan fyri Eiðisvatn.
Aðalráðið staðfestir, at Fuglafrøðifelagið ikki hevur kærurætt, tí felagið hevur ikki ein individuellan ella týðandi áhuga í málinum.
Hildu fast við kæruna
Tað var 29. mai í ár, at Føroya Fuglafrøðifelag kærdi eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni frá 30. apríl, har stovnurin góðkendi eina umhvørvisárinsmeting hjá SEV í sambandi við verkætlanina.
Og hóast SEV seinni minkaði verkætlanina úr seks niður í fýra vindmyllur, helt Fuglafrøðifelagið fast við kæruna
Umhvørvis- og vinnumálaráðið heitir kortini á Umhvørvisstovuna at broyta mannagongd í sambandi við hoyringar.
Umhvørvisstovan sendi 15. januar 2020 umhvørvisárinmetingina frá SEV í almenna hoyring í Sosialinum og á egnari heimasíðu.
Viðgerast fyri seg
Men fyri at tryggja, at allir viðkomandi felagsskapir verða hoyrdir í sambandi við slíkar verkætlanir, heitir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið á Umhvørvisstovuna, at hoyra viðkomandi felagsskapir serskilt.
Aðalráðið staðfestir í niðurstøðuni, at Fuglafrøðifelagið ikki lat hoyringssvar inn í sambandi við hoyringina, men hevði kortini longu 9. september 2019 víst á síni sjónarmið í skrivi, sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið eisini varð sent SEV, Eiðis kommunu og deildarleiðarunum í Vernd og Orku á Umhvørvisstovuni.
Í samband við kæruna hevur Umhvørvisstovan upplýst, at skrivið ikki bleiv tikið við í viðgerðina í fyrsta umfari, tí stovnurin ikki fekk tað sum hoyringssvar til umhvørvisárinsmetingina.
Endalig avgerð
Umhvørvisstovan ásannar tó, at av tí at skrivið frammanundan varð sent deildarleiðarunum í Vernd og Orku, átti tað at vera tikið við, og tað bleiv tikið við í viðgerðini av endurskoðaða uppskotinum hjá SEV.
Hetta broytti tó ikki ta endaligu avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, sum 18. august góðkendi nýggju umhvørvisásetingina hjá SEV.
Avgerðin hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum er endalig í fyrisitingini, og kann ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.