Revsilógin er nú nágreinað

Revsilógin er nú nágreinað
Grein 119 hevur nú sama týdning sum hon hevði, áðrenn hon varð umsett
Løgtingið samtykti einmælt at broyta revsilógina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2020 - 09:20

Løgtingið hevur samtykt at broyta revsilógina.

Øll 27, sum vóru á tingfundinum í gjár, atkvøddu fyri uppskotinum hjá Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum.

Hann mælti til at broyta grein 119 í revsilógini, so hon verður meira nágreinilig. Ein samd Rættarnevnd tók undir við broytingini.

Sambært dómsvaldinum broyttist grein 119, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt.

Frídømdur

Ein maður varð frídømdur fyri at bróta grein 119 bæði í Føroya rætti og í Eystari landsrætti.

Hann var ákærdur fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist. Hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119, segði dómsvaldið.

Men løgtingið hevur nú nágreinað grein 119, so hon fær sama týdning sum hon hevði, áðrenn hon varð umsett, sigur løgtingið.

Ófráboðaðir fyrispurningar

Á tingfundinum í dag klokkan hálvgum tíggju eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.

Og uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021 verður eisini lagt fram í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204