Kristin Michelsen stillar upp á nýggjum lista

bannari
Kristin Michelsen stillar upp á nýggjum lista
Felagslistin eitur nýggi uppstillingarlistin á Tvøroyri. Tríggir verandi býráðslimir standa á listanum, teirra millum borgarstórin sjálvur
 
18.10.2020 - 11:54

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stillar nú upp á einum felagslista.

Til seinasta kommunuval stillaði Kristin Michaelsen upp á Kommunulistanum, men nú er ein nýggjur listi komin, sum verður kallaður Felagslistin, boðaði Kristin Michaelsen frá í gjárkvøldið. 

11 valevni stilla upp á Felagslistanum, teirra millum Kristin Michelsen og Alvi Mortensen, sum til seinasta val vórðu valdir inn á Kommunulistanum, umframt Anita Vibergsdóttir, sum varð vald inn á Borgaralistanum.

Javnaðarflokkurin hevur eisini ein lista á Tvøroyri. Enn er ikki greitt, um aðrir valevnislistar vera á Tvøroyri, men arbeitt hevur verið við at gera onkran annan lista.

Hesi stilla upp á Felagslistanum:

Jónleyg Jespersen Bech
Mina Joensen
Júst Albinus Johannesen
Kristin Michelsen
Alvi Mortensen
Jónhild Midjord Nybo
Ólavur Rasmussen
Rasmus Rasmussen
Reidar Simonsen
Frits Strøm
Anita Vibergsdóttir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329