Tvær ráðførslur í morgin

Tvær ráðførslur í morgin
Tvær ráðførslur um sáttmálar við onnur lond vera í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2020 - 06:31

Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Jenis av Rana hava biðið um ráðførslurnar, Jacob Vestergaard um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland, og Jenis av Rana um felagsyvirlýsing millum Føroyar og sambandsríkið Amerika.

Uppskotið um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland er liðugt. Síðani skal rammusáttmálin skrivast undir, og so skal hann til góðkenningar í løgtinginum og í parlamentinum í London.

Tá rammusáttmálin er góðkendur, skulu londini samráðast um, hvussu nógv, tey sleppa at fiska hvørt hjá øðrum. Jenis av Rana hitti amerikanska uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, í summar.

Tá vildi Mike Pompeo hava føroyingar at lata upp sendistovu í USA. Fundurin í Uttanlandsnevndini byrjar klokkan eitt korter til tíggju í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329