Spania í undantaksstøðu

Spania í undantaksstøðu
Útgongubann er lýst frá klokkan 11 á kvøldi til klokkan seks á morgni
Korona hevur kravt fleiri enn 35.000 mannalív í Spania. Nú er undantaksstøða lýst í landinum
 
26.10.2020 - 14:18

Undantaksstøða er lýst í Spania, og stjórnin hevur lýst útgongubann frá klokkan 11 á kvøldi, til klokkan seks á morgni. Tiltøkini komu í gildi í gjárkvøldið.

Lokalir myndugleikar kunnu eisini lýsa bann at ferðast millum økir í landinum.

Pedro Sanchez, forsætisráðharri,  sigur, at nýggju reglurnir eru galdandi í 15 dagar, men ætlanin er at leingja tær, so undantaksstøðan verður galdandi í seks mánaðir.

Harafturat verða størri samkomur av fólki bannaðar. Í mesta lagi seks fólk kunnu verða saman í senn sambært nýggju reglunum.

Spania er sera meint rakt av hesi bylgjuni av korona. 

Fleiri enn ein milliónir tilburðir eru staðfestir í Spania, síðani korona smittan fór at ganga, og fleiri enn 35.000 fólk eru deyð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985