John Rajani fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael

John Rajani fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett John Rajani í starvið í dag. John Rajani verður sostatt fyrsta føroyska sendifólkið í Ísrael.
 
27.10.2020 - 12:22

John Rajani tekur við sendifólkastarvinum 1.desember.

John Rajani er 51 ára gamal og hevur útbúgving í búskapi og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi. 

Hann er giftur, eigur trý børn, og hevur virkað í ráðgevaravinnuni tey seinastu árini.

Royndir sum sendifólk

John Rajani var sendifólk í London frá 2002 til 2005, og var við til at byggja sendistovuna í London upp. 

Hann hevur drúgvar royndir bæði í miðfyrisitingini og í privatu vinnuni. 

Í fíggjarvinnuni hevur hann tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstigi í BankNordik.

24 søktu um at gerast føroyskt sendifólk í Ísrael, 20 menn og fýra kvinnur. 

Sendistovan letur upp beinavegin

Ætlanin er, at føroyska sendistovan í Tel Aviv skal lata upp sum skjótast. 

Í starvslýsingini stendur millum annað, at sendifólkið millum annað skal umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál. 

Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.

Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 1,6 milliónir krónur til sendistovu í Ísrael. 

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár eru fýra milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533