Terje Rød-Larsen farin frá sum forseti í ST-stovni

Terje Rød-Larsen farin frá sum forseti í ST-stovni
Fyrrverandi norski ráðharrin er avdúkaður fyri at hava tikið ímóti peningi frá ríkmanninum, Jeffrey Epstein, sum doyði fyri egnari hond
Virksemið hjá Terje Rød Larsen hevur vakt ans í fleiri londum
 
30.10.2020 - 14:29

Kendi norski diplomaturin, Terje Rød-Larsen, hevur lagt frá sær sum forseti í ST-stovninum, International Peace Institute, skrivar Dagens Næringsliv.

Tað er stýrið fyri ST-stovnin, sum boðar frá avgerðini.

Terje Rød-Larsen er kendur diplomatur, og hevur verið við til at fáa frið í lag í fleiri londum, m.a.friðaravtaluna ímillum Ísrael og palestinar í 1990-unum. 

Nógv stríð hevur verið um Terje Rød-Larsen seinastu tíðina, serliga eftir at tað kom undan kavi, at hann hevði fingið pening frá ríkmanninum, Jeffrey Epstein, sum varð ákærdur fyri at hava misnýtt nógvar ungar gentur.

Hann doyði fyri egnari hond í einum amerikanskum fongsli fyri meira enn einum ári síðani. Terje Rød-Larsen skal skylda Epstein 130.000 dollarar, skrivar norska blaðið.

Kann ikki góðtakast

Nevndin í International Peace Institute, sigur í boðunum, at samstarvið við Epstein, var langt uttan fyri virðini, sum stovnurin stendur fyri, og kunnu als ikki góðtakast.

Nevndin sigur eisini, at pengarnir, sum stovnurin hevur fingið frá Epstein, verða latnir fólki, sum hava verið fyri mannahandli og kynsligum ágangi.

Varaforsetin í International Peace Institute, Adam Lupel, tekur fyribils við sum forseti eftir Terje Rød Larsen.

Virksemið hjá Terje Rød Larsen hevur vakt ans í fleiri londum. M.a. skal norska stjórnin hava latið stovninum 130 milliónir kr. til sítt virksemi. Svenska stjórnin hevur eisini latið pening, og krevur eina neyva frágreiðing um málið.

Nevndarformaðurin í ST-stovninum, Kevin Rudd, sigur seg vera skelkaðan av tí, sum er farið fram, tí hann var ikki kunnaður um tað, sum Terje Rød-Larsen hevur arbeitt við.

Terje Rød Larsen var eitt skifti í 1996 ráðharri í táverandi norsku stjórnini, men hann mátti leggja frá sær eftir avdúkingar um partabrævahandil. Hann hevði ikki givið upp 600.000 kr., sum hann hevði tjent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418