Kampus skal vera á Frælsinum

Kampus skal vera á Frælsinum
Sjálv byggingin verður í nógvum byggistigum, og fer væntandi at vara tíggju ár
Tilmælið er, at kampus, universitetsøkið, verður á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin er, í Nóatúni og á Debesartrøð oman til J.C. Svabos gøtu
 
03.11.2020 - 09:35

Uttanríkis- og mentamálaráðið heldur fast um tilmælið um, at kampus skal vera á Frælsinum í Havn. 

Í fjør fekk Mentamálaráðið tilmæli um strategiska menningarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Tilmælið er, at kampus, universitetsøkið, verður á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin er, í Nóatúni og á Debesartrøð oman til J.C. Svabos gøtu.

Seta ein skrivara

Sjálv byggingin verður í nógvum byggistigum, og fer væntandi at vara tíggju ár. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at tað hevur ætla at biðja um pengar til ein  samskipara ella skrivara at arbeiða við kampusætlanini, tí hetta er ein serliga umfatandi verkætlan, sum hvørki ráðið ella Fróðskaparsetrið hava orku til at arbeiða við.

Biðið er tó ikki um pengar til hetta í uppskotinum um fíggjarlógina fyri 2021.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541