Nógv fleiri vinnufeløg stovnað

Nógv fleiri vinnufeløg stovnað
Lógin um íverksetarafeløg hevur økt áhugan fyri at stovna partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg, sigur Vinnuhúsið
Síðani skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, hevur talið á nýstovnaðum vinnufeløgum ligið millum 265 og 275 um árið
 
01.12.2020 - 15:08

Korona-hvøkkurin og Brexit-óvissan hava ikki tikið áræðið frá føroyingum at stovna vinnulig feløg, tí higartil í ár eru í miðal stovnaði fleiri partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg samanborið við í fjør.

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Í fjør vórðu tilsamans 269 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg stovnað, sambært Skráseting Føroya. Í seinnu helvt av november í ár var hetta talið umleið 260. Sostatt eru nærum 24 nýggj feløg stovnað um mánaðin í hesum árinum í ár, samanborið við góð 22 nýstovnaði feløg um mánaðin í fjør.

Vaks nógv í 2017

Vinnuhúsið sigur, at talið av nýstovnaðum vinnufeløgum vaks nógv í 2017, tá lóggávan um íverksetarafeløg var komin í gildi. Áðrenn skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 145 og 160. 

Men eftir 2017, tá skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, hevur hetta talið ligið millum 265 og 275 nýstovnað vinnufeløg um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489