Lønarískoytið beint aftur í trivnaðarnevndina

Lønarískoytið beint aftur í trivnaðarnevndina
Stór mótstøða er ímóti uppskotinum um at lækka lønarískoytið hjá teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, men bera brek
Uni Rasmussen, formaður í trivnaðarnevndini, bað eisini um at fáa málið um lønarískoytið aftur í nevnd, og tað samtykti tingið einmælt
 
10.12.2020 - 15:05

Uppskotið um at broyta lønarískoytið til tillagað starv er farið aftur í trivnaðarnevndina hjá løgtinginum.

Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, var til triðju viðgerð í dag.

Millum aðru og triðju viðgerð fekk løgtingið skriv frá Almannamálaráðnum, hvørjar avleiðingar broytingarnar fáa.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir skeyt upprunaliga upp, at lønarískoytið skal lækka 40 prosent av lønarinntøku, sum er størri enn 2.000 kr. 

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælti til í sínum áliti, at lønarískoytið skal lækka 30 prosent, har lønarinntøkan er millum 2.000 og 15.000 kr., og fyri lønarinntøku, sum er størri enn 15.000 kr., skal lønarískoytið lækka 50 prosent.

Aftur í nevnd

Undir triðju viðgerð í dag skeyt Javnaðarflokkurin upp at beina málið aftur í Trivnaðarnevndina.

Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, segði, at partar av uppskotinum eiga at verða viðgjørdir nærri. Hann mælti eisini til at beina málið aftur í nevndina, og tað samtykti løgtingið einmælt.

Uni Rasmussen segði, at hann ætlar at fáa málið aftur í tingið í næstu viku.

Stór mótstøða er ímóti uppskotinum um at skerja lønarískoytið. Einstaklingar og felagsskapir hava funnist at uppskotinum, og í sambandi við triðju viðgerð í dag sendi Samtak eisini løgtinginum eitt mótmælisskriv, har heitt verður á tingfólk um ikki at skerja tey, sum hava mist sínar arbeiðsførleikar. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028