Byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv aftur í býráðnum

Byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv aftur í býráðnum
Koks hevur søkt um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað, men fyrst má byggisamtyktin broytast
Matstovan Koks hevur søkt um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað, og soleiðis hugsa tey sær, at økið fer at siggja út
 
17.12.2020 - 13:23

Málið um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv við Velbastað hevur verið í Kirkjubøar- og Velbastaðarnevndini, og er nú komið aftur í býráðið. 

Eyðfinnur í Búðini og Eyðbjørn Gaard mæla staðiliga frá at taka undir við tilmælinum um at broyta byggisamtyktina. 

Teir siga, at atkoman gjøgnum Velbastað, á Roykheyggi, er ikki nøktandi. 

Umhvørvisliga er eisini talan um at gera seg inn á óspiltu nattúruna. 

Veðurviðurskiftini eru sera ring í Fossdali og í Fossdalsgjógv. Og harafrat fer hetta at hava fíggjarligar avleiðingar fyri festaran staðnum.

Annika Olsen, borgarstjóri, tekur undir við tilmælinum. Annfinn Brekkstein atkvøður blankt.

Koks søkt um byggiloyvi

Matstovan Koks hevur søkt um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað. Men áðrenn byggiloyvi kann latast, má serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv broytast.

Umsitingin og Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum mæla til at broyta byggisamtyktina.

Men treytin er, at avvarðandi myndugleikar geva loyvi.

Málið er a skránni fyri býráðsfundin í kvøld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028