- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvirðislønirnar handaðar í næstu viku
Mentanarvirðislønirnar handaðar í næstu viku
Hátíðarløtan verður í Løkshøll í Runavík, men hesaferð verður tiltakið bara fyri innboðin

Løkshøll í Runavík verður karmur um hátíðarhaldið fyri mentananarvirðislønir landsins í ár
08.01.2021 - 14:47
Í næstu viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2020. Í ár verður hátíðarløtan í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 13. januar klokkan 19.
Av tí at áskoðaratalið má avmarkast fyri at fylgja tilmælunum, verður tiltakið í ár bara fyri innboðin. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis frá Løkshøll bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.
Tríggjar virðislønir verða handaðar:
- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 krónur. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 krónur. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Serstaka virðislønin, sum er 50.000 krónur. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Í fjør fekk Hanus G. Johansen mentanarvirðisløn landsins, Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins, og forlagið Leirkerið fekk serstøku virðislønina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























