Kommunur vilja hava betri samskifti við landið

Kommunur vilja hava betri samskifti við landið
Kommunufelagið hevur sent løgmansskrivstovuni upprit og uppskot um avtalu um samskifti
Kommunufelagið vil hava betri samstarv við landið
 
17.01.2021 - 10:08

Kommunufelagið ger nú eina roynd at fáa betri samskifti í lag við landsmyndugleikarnar um mál, sum ávirka viðurskiftini hjá báðum pørtum.

Felagið hevur sent løgmansskrivstovuni upprit og uppskot um avtalu um samskifti. Kommunufelagið skjýtur upp, at partarnir binda seg til hava í minsta lagi tveir fundir um árið.

Fundir í vár

Á fyrra fundinum, sum skal vera í februar, tá landsstýrið arbeiðir við játtanarkørmum, skulu kommunurnar og landsstýrið umrøða grundarlagið undir kommunubúskapinum, væntaðar inntøkur og útreiðslur, broytingar í fólkatali og aðrar broytingar, sum kunnu ávirka búskaparstøðuna.

Í mai skulu partarnir hava uppfylgjandi fundir um mál, sum ávirka kommunurnar fíggjarliga og innihaldsliga. Hetta skal gerast, áðrenn løgmaður kunnger, hvørji mál verða løgd fram í nýggju tingsetuni. 

At fáa betri samskifti í lag millum kommunurnar og landsmyndugleikarnar var eitt av málunum, sum Kommunufelagið samtykti á fyrsta fundinum hjá nýskipaða stýrinum fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV