Nú koma nýggju tunlarnir norður um Fjall

Nú koma nýggju tunlarnir norður um Fjall
Løgtingið hevur einmælt samtykt at hækka kostnaðin í verklagslógini upp í 522 milliónir kr.
Løgtingið hevur einmælt samtykt at játta 522 milliónir krónur til báðar tunlarnar norður um Fjall
 
21.01.2021 - 15:03

Øll 27 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum í dag, atkvøddu fyri uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um tunlarnar norður um Fjall.

Fíggjarnevndin tók undir við uppskotinum um at gera berghol í Borðoynni fyri 522 mió. kr.

Upprunaliga vórðu tey mett at kosta 252 mió. kr., men tað var í 2009.

Fíggjarnevndin vísir á, at berghol eru vorðin dýrari at gera.

95,5 mió. kilometurin

Sambært upplýsingum, sum løgtingið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum, kostaði Viðareiðistunnilin, sum var liðugur í 2016, 62,7 mió. fyri kilometurin.

Bergholini, sum skulu gerast norður um Fjall í Borðoynni, eru mett at kosta 95,5 mió. kr. fyri kilometurin.

Hvalbiarbergholið, sum skjótt verður liðugt, kostar 80,2 mió. kr. fyri kilometurin. 

Fíggjarnevndin mælti eisini til at fáa breiða politiska semju um bergholini, sum skulu koma eftir, at tunlarnar norður um Fjall eru gjørdir, so fólk vita, nær bergholið í teirra øki kemur.

Uppskotið um tunlarnar norður um Fjall skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat. Hon verður týsdagin 26. januar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329