Skilagott at samskipa íløgur hjá landi og kommunum

Skilagott at samskipa íløgur hjá landi og kommunum
Við slíkari samskipan slepst undan ógvisligum sveiggjum í búskapinum, sigur arbeiðsgevarafelagið
Arbeiðsgevararnir taka væl ímóti áheitanini frá Kommunufelagnum á løgmann um betri samskifti og samstarv
 
25.01.2021 - 14:17

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við Kommunufelagnum, sum hevur vent sær til løgmann við uppskoti um betri samskifti og samstarv um virksemið hjá landi og kommunum.

Arbeiðsgevararnir siga, at grundleggjandi fortreytin fyri at tosa um virknan fíggjarpolitikk, er at samskipa alt alment virksemi við langtíðarætlanum, serliga á íløgusíðuni, men henda fortreyt er ikki í Føroyum.

Við at samskipa virksemið hjá landi og kommunum, eisini almennar grunnar og almenn partafeløg, ber til at sleppa undan alt ov stórum og ógvisligum sveiggjum í búskaparliga virkseminum.

Tá fæst størri gjøgnumskygni, sum eisini gevur privatu vinnuni tryggari karmar og størri møguleika at laga sínar ætlanir til virksemið í landinum.

Uppskotið hjá Kommunufelagnum er tí eitt gott stig á leiðini at tálma fíggjarpolitikkin, tá rekur við, og stóru sveiggini, sum søguliga hava eyðkent búskapin, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961