Føroyar taptu móti Ukraina

Føroyar taptu móti Ukraina
Føroyar stríddu seg upp á javnleik í seinna hálvleiki í dystinum móti Ukraina, men tá møguleikin var har, vóru teir í hvítum ov stuttir
Føroyska liðið til reiðar á leikvøllinum í Ukraina
Mynd: HSF  
 
10.03.2021 - 15:23

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum tapti fyrsta undankappingardystin á útivølli móti Ukraina. Endaliga úrslitið varð 25-21. 

Dysturin var javnur fyrstu løtuna, men so líðandi otaði Ukraina seg longur frá.

Føroyingarnir stríddu seg tó nærri við Nicholas Satchwell og Peter Krogh á odda, og hálvvegis í fyrra hálvleiki var bert eitt mál á muni.

Við tí í huga, at liðið skal spæla aftur bæði fríggjadagin og sunnudagin, brúkti Sonni Larsen, venjari, fleiri spælarar, og bæði Vilhelm Poulsen og Filip Jojic, sum fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar, komu væl frá uppgávuni.

Føroyar fingu ein møguleika at minka um munin til eitt mál beint fyri steðgin, men tað miseydnaðist, og Ukraina hevði eina 15-13 leiðslu við sær til hálvleiks.

Allan Norðberg á høgra veingi fekk ein snudd tíðliga í seinna hálvleiki, og evnaríki Hákun West av Teigum fekk møguleikan fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum og minkaði beinanvegin eftir skjótt mótálop. Beint eftir javnaði Filip Jojic fyri Føroyar.

Men skjótt steðgaði upp hjá føroyingunum í álopinum, og Ukraina vann sær eina fýra máls leiðslu - frá 17-17 til 21-17 - tá eitt lítið korter var eftir.

Ikki fyrrenn 51 minuttir vóru spældir skutu føroyingar aftur mál, tá Kjartan Johansen breyt ígjøgnum av høgra bakki.

Tá Hákun West av Teigum skeyt tvey mál á rað varð munurin aftur tvey, men síðstu løtuna var tað meir stong út enn inn, og so endaði tað við fýra máls tapi.

Fríggjadagin spælir Føroyar móti Kekkia á útivølli, meðan Føroyar fáa ein kjans at hevna ósigurin, tá Ukraina kemur á vitjan í Føroyum sunnudagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672