Torgið í Vágsbotni skipast umaftur

Torgið í Vágsbotni skipast umaftur
Ætlanin fyri økið eigur at verða broytt, halda fleiri áhugapartar
Økið í Vágsbotni skal skipast umaftur í summar, sigur Tórshavnar kommuna
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
28.03.2021 - 16:12

Torgið í Vágsbotni skal í summar skipast av nýggjum. Tað samtykti Tórshavnar kommuna einmælt á býráðsfundinum, sum var hóskvøldið.

Umsitingin í kommununi skal nú hyggja at økinum umaftur, og ymiskir áhugapartar skulu eisini hoyrast, nú torgið skal skipast.

Umsitingin heimild at umskipa økið

Projektkapping var í fjør summar um torgið í Vágsbotni, og fleiri hava síðani tá sett fram ynski um at umraðfesta og hyggja at økinum av nýggjum.

Umsitingin í Tórshavnar kommunu hevur tí ikki arbeitt víðari við vinnandi uppskotinum, sigur Tórshavnar kommuna eftir býráðsfundin hóskvøldið.

Býráðið hevur heimilað umsitingini at skipa torgið í summar við at innlima ymisku áhugapartarnar, soleiðis at fyribils verkætlanin kann virka undir eini endaligari skipan av økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523