Nógv umrødd feløg viðgjørd í Skiftirættinum

Nógv umrødd feløg viðgjørd í Skiftirættinum
Tey bæði smápartafeløgini, Tindhólmur og Harengus, verða nú viðgjørd í Skiftirættinum
 
30.03.2021 - 08:41

Feløgini fóru fyrst í sjálvbodna likvitasjón, men tey høvdu ikki nóg mikið av pengum til svara allar skyldurnar mótvegis kreditorunum, so feløgini vórðu koyrd konkurs, tí tey vóru insolvent.

Tey verða nú kannað, sum vant er í slíkum førum, um alt er farið rætt fram í feløgunum eftir at tey fóru í likvitasjón.

Tey trý feløgini arbeiddu saman

Kannað verður eisini, um Samherji hevur brúkt Tindhólm til at gjalda fiskimonnum hjá Samherja í Namibia hýru sum vóru teir sjómenn á farmaskipum. Fingu teir hýru sum fiskimenn, skuldu teir gjalda skatt í Namibia. 

Tey trý feløgini, tað triðja er Scombrus, arbeiddu saman. Tey høvdu tvey farmaskip, Harengus og Scombrus, sum vóru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni. Bæði skipini vórðu seld í juli í fjør. 

Tindhólmur skyldar Harengus og Scombrus pengar, og Harengus skyldar Scombrus pengar. Smápartafelagið Scombrus er eisini farið í sjálvbodna likvitasjón, men tað er ikki farið konkurs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815