Betri-stjórar upp í løn

Betri-stjórar upp í løn
Meðan fleiri samfelagsbólkar fóru niður í løn í 2020, fóru stjóralønirnar í Betri-samtakinum hinvegin
 
16.04.2021 - 07:46

Meðan nógvir samfelagsbólkar fóru niður í løn undir koronukreppuárinum 2020, og heitt annars var á fólk um at vísa samfelagssinni, fóru stjórarnir í Betri-samtakinum upp í løn við tilsamans 356.000 krónum. 

Tað stendur at lesa í roknskapinum hjá Betri-samtakinum fyri 2020. Lønin hjá Jean Djurhuus, forstjóra, hækkaði við 150.000 krónum um árið, úr 2,1 milliónum upp í 2,25 milliónir krónur. 

Lønin hjá Olav Guttesen, stjóra, hækkaði somuleiðis við 150.000 krónum í 2020, úr hálvari aðrari millión upp 1,75 milliónir krónur. Samlaðu útgjaldingar til stjórar og nevnd í Betri-samtakinum var í 2020 6,7 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860