Samanbindingin kostar eina millión minni

Samanbindingin kostar eina millión minni
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit til uppskotið frá landsstýrinum um eykajáttanir
Fíggjarnevndin undrast á, at kostnaðarmeting fyri samanbindingina av H- og B-bygninginum á Landssjúkrahúsinum ikki var við í upprunaligu ætlanini, tá H-bygningurin var prosjekteraður
 
28.04.2021 - 08:54

Fíggjarnevndin undrast stórliga á, at prosjektering og kostnaðarmeting fyri at binda saman H-bygningin og B-bygningin á Landssjúkrahúsinum ikki eru við í upprunaligu ætlanini, tá H-bygningurin varð prosjekteraður, tí eyðsæð er, at ein samanbinding mátti vera. Staðfestast kann bara, at so er ikki.

Tað heldur Fíggjarnevndin vera átaluvert.

Fíggjarnevndin hevur roknað út, at samanbindingin kostar eina millión minni enn tær 71,8 milliónirnar, landsstýrið biður um. 

Fíggarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanir, men ikki uttan broytingar.

Ternan og Tekniski skúli

Nevndin sigur, at tað er snøgt sagt óskiljandi, at so stórur munur er á upprunaligu kostnaðarmetingini og veruliga prísin, nú Ternan verður umvæld.

Tekniski skúla í Klaksvík og Sjóndepilin skulu hava nýggjar tekjur fyri 15 mió. kr. 

Í sambandi við afturvendandi rakstrarútreiðslur heitir Fíggjarnevndin á landsstýrið um at gera sær størri ómak, so tær í so stóran mun sum gjørligt eru útreiðsluneutralar.

Skulu rakstrarjáttanir hækka, eiga aðrar játtanir at lækka samsvarandi, sigur Fíggjarnevndin.

Hækka stuðul til at umvæla brimgarðar

Fíggjarnevndin mælir til at hækka stuðulin til kommunur til at umvæla havnir og brimgaðar úr tveimum upp í tríggjar milliónir krónur. 

Og Fíggjarnevndin gevur landsstýrismanninum í fíggjarmálum loyvi til at selja landsins partabrøv í Tjaldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Nýggjastu sendingar í SV