Sonni sigur farvæl móti Russlandi

Sonni sigur farvæl móti Russlandi
Dysturin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum ímóti Russlandi seinnapartin verður hin seinasti hjá venjaranum, Sonna Larsen
Sonni Larsen stendur á odda fyri Føroyum fyri seinastu ferð seinnapartin
 
02.05.2021 - 14:22

Fríggjakvøldið kom sigurin, sum føroyska hondbóltslandsliðið við monnum og venjarin, Sonni Larsen, høvdu bíða eftir. Ein javnur dystur endaði við føroyskum eitt máls sigri, og sostatt var ein hin størsta løtan í føroyskum hondbólti yvirhøvur veruleiki.

Fyrr sama dag varð greitt, at danski venjarin, sum í fýra ár hevur staðið á odda fyri liðnum, ikki slapp at halda fram. Í staðin skal Peter Bredsdorff-Larsen, sum er eitt munandi kendari hondbóltsnavn, standa við leiðsluni.

Tað merkir, at Sonni Denis Vahlgreen Larsen stjórnar liðnum fyri seinastu ferð, tá Russland vitjar seinnapartin.

 - Tað snýr seg ikki um meg, segði Sonni Larsen eftir dystin móti kekkum. 

 - Tað snýr seg um, at dreingirnir hava spælt góðan hondbólt. Restina kunnu vit tosað um eftir dystin sunnudagin.

Múrurin brotin

Í føroyska hondbóltsheiminum hevur sigurin á Kekkia ligið í luftini í eina tíð. Føroyar hava tapt tepurt fyri Ukraina tvær ferðir, spælt javnleik móti Montenegro og vunnið á Luksemborg. 

Nú er spurningurin, um Sonni Larsen og Dia Midjord, sum eisini takkar fyri seg sum hjálparvenjari, megna at leggja ein stein omaná varðan, sum er laðaður síðstu árini. 

Um tað skal eydnast, má avrikið vera minst líka gott sum ímóti Kekkia fyri tveimum døgum síðani. Føroyar taptu í Moskva - dysturin endaði 24-31 í einum ójavnum avriki - men á heimavølli eftir ein søguligan sigur, kann nógv vera broytt.

Stjørnuskotið, Elias á Skipagøtu, og liðskiparin, Kjartan Johansen, vóru ikki við á útivølli móti russarum. Tað eru báðir bakspælararnir hesa ferð, og at tað ger stóran mun í álopsspælinum var sjón fyri søgn móti Kekkia.

Dysturin ímóti Russlandi byrjar klokkan 17.00. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16.40.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179