Russland lænir Hvítarusslandi 500 mió dollarar

Russland lænir Hvítarusslandi 500 mió dollarar
Talan er um ein part av einum hjálparpakka, sum londini samdust um í desember
 
30.05.2021 - 16:26

Rusland lænir Hvítarusslandi 500 milliónir dollarar. Tað var úrslitið av einum fundi ímillum russiska forsetan, Vladimir Putin og hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko í Sotsji, um vikuskiftið.

Samstundis sum USA boðaði frá tiltøkum í móti Hvítarusslandi, boðaði Putin frá, at Hvítarussland fær eitt lán upp á 500 milliónir dollarar.

Hvítarussland er undir stórum trýsti, eftir at Lukasjenko fyri einari viku síðani gav boð um at noyða eitt flogfar hjá Ryanair, at lenda í Minsk. Flogfarið var á veg úr Athen til Vilnius í Litava. Umborð á flogfarinum var tíðindamaðurin og andstøðingurin, Roman Protasevitsj, sum varð tikin, saman við unnustuni, áðrenn flogfarið helt leiðina fram til Vilnius.

Ein kanning er sett í verk av hendingini, og USA og ES eru í felag farin undir at umrøða, hvørji tiltøk skulu setast í verk ímóti Hvítarusslandi. Talan er um tiltøk sum skulu raka Lukasjenko, forseta og tey, sum standa honum nær í hansara polittiska virksemi, skrivar NTB.

Lánið úr Russlandi er ein partur av einum kreppupakka upp á eina milliard dollarar, sum londini samdust um í desember. Lánið skal hjálpa Lukajenko at halda fast við valdið eftir valið í august í fjør, tá hann var valdur aftur til forseta.

Lukajenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðani í 1994, og síðani valið í fjør hava støðug mótmæli verið, tí fólkið sigur, at hann tryggjaði sær valúrslitið við sviki. Og fólk vilja hava hann at leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744