Fara nú at ala tara á Gøtuvík

Fara nú at ala tara á Gøtuvík
Ocean Rainforest hevur fingið aliloyvi í 12 ár
Ólavur Gregersen, stjóri, og Magni Arge, nevndarformaður, við loyvinum at ala tara á Gøtuvík
 
04.06.2021 - 11:52

Ocean Rainforest hevur fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til at ala tara á Gøtuvík.

Loyvið er galdandi í 12 ár, til 1. juni 2033, og fevnir um aling av breiðbløðkutum sukurtara á aliøkinum AA-03, sum liggur uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Laksaaliøkið hjá Bakkafrost er innan fyri taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest.

Ocean Rainforest roknar við at seta út sáddar tarateymar á Gøtuvík í heyst, og fáa fyrstu royndirnar við taraaling á Gøtuvík til høldar. Felagið vónar at kunna skera upp í 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið.

Hetta er annað taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest. Í fjør fekk felagið loyvi til at ala tara á Funningsfirði, og longu nú verður tari skorin av sáddum teymum, sum vórðu settir út stutt fyri árskiftið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391