Skulu hvíla í minsta lagi 10 tímar um samdøgrið

Skulu hvíla í minsta lagi 10 tímar um samdøgrið
Ein kunngerð er komin um hvilutíð hjá sjófólki við fiskiskipum
 
07.06.2021 - 11:14

Hetta er galdandi fyri fólk, sum eru 18 ár ella eldri. Sambært kunngerðini, kann hvílutíðin í mesta lagi verða býtt í tvey hvílutíðarskeið, har annað í minsta lagi skal vera seks tímar. Í mesta lagi kunnu vera 14 tímar millum tvey hvílutíðarskeið. 

Kunngerðin sigur, at sjófólk skulu hava regluliga hvílutíð, sum er so mikið long, at heilsa og trygd teirra er vard. 

Fólk, sum eru yngri enn 18 ár og ganga vakt, skulu sleppa at hvíla seg í minst 12 tímar um samdøgrið, og í minsta lagi níggju tímar í senn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541