Naftali Bennet nýggjur forsætisráðharri í Ísrael

Naftali Bennet nýggjur forsætisráðharri í Ísrael
Flokkar á bæði høgra- og vinstraveingi manna nýggju stjórnina
Naftali Bennett er nýggjur forsætisráðharri í Ísrael
 
14.06.2021 - 08:47

Nýggj stjórn er skipað í Ísrael, og nýggjur forsætisráðharri er Naftali Bennett. Tað gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá ið 60 limir í Knesset atkvøddu fyri nýggju stjórnini. 59 atkvøddu ímóti.

Átta flokkar manna nýggju stjórnina. Talan er bæði um høgra- og vinstraflokkar. Eygleiðarar siga, at flokkarnir eru ikki samdir um so nógv, men teir eru tó samdir um at reka Benjamin Netanyahu frá valdinum.

Benjamin Netanyahu hevur verið forsætisráðharri í tilsamans 15 ár, og er tann forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst við valdið í Ísrael.

Avtalað er, at Naftali Bennett verður forsætisráðharri næstu tvey árini, og eftir tað verður Yair Lapid forsætisráðharri í tvey ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263