Lækni í farloyvi - starvið verður ikki lýst

Lækni í farloyvi - starvið verður ikki lýst
Av tí at talan er um farloyvi, ber ikki til at lýsa starvið leyst, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Annar kommunulæknin í Sandoynni er farin í farloyvi, men starvið verður ikki lýst leyst
 
15.06.2021 - 08:40

Annar kommunulæknin í Sandoynni er farin í farloyvi.

Tá lækni er í farloyvi, er starvið ikki leyst, og tí verður heldur ikki søkt eftir kommunulækna til Sandoyar læknadømi.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, sum spurdi, hví lækni ikki verður settur í fast starv í Sandoynni.

Tað ber ikki til, tí bæði føstu størvini í læknadøminum eru sett.

Ein kommunulækni, sum er í farloyvi, er ikki farin úr starvi sínum, sigur landsstýrismaðurin. Tí kann tað ikki lýsast leyst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723