Vónin 53 mió. kr. í avlopi

Vónin 53 mió. kr. í avlopi
450 fólk arbeiða hjá samtakinum, teirra millum 100 í Føroyum
Vónin hevur tríggjar deildir í Føroyum
 
16.06.2021 - 08:32

Samtakið Vónin hevði 53,4 mió. kr. í avlopi í fjør.

Tað er ein hálv millión meira enn í 2019.

Vónin seldi fyri góðar 511 milliónir krónur í fjør. Í 2019 var sølan góðar 522 milliónir. Okkurt um tveir triðingar er selt uttan fyri Føroyar. 

Virksemi í fleiri londum

Vónin-samtakið er í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Íslandi, Danmark, Noregi og Litava. 

Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. 

Ein deild er við Norðskála til alivinnuna, ein deild er í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna, og ein deild er í Havn, sum ger botnfiskatrol og rækjutrol.

450 fólk arbeiða hjá samtakinum, teirra millum 100 í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815