Fjarskiftiseftirlitið skal hava eftirlitið við økisnavninum .fo

Fjarskiftiseftirlitið skal hava eftirlitið við økisnavninum .fo
Nakrantíð hugsað um, hvussu økisnavnið .fo verður umsitið? Kanska ikki, men her er ein greining av, hvussu tað skal gerast í framtíðini
Fjarskiftiseftirlitið skal hava eftirlitið, sum er ásett í lógini, við økisnavninum .fo
 
02.07.2021 - 10:29

Lógin um økisnavnið .fo kom í gildi í gjár.

Fyrr varð økisnavnið umsitið eftir viðtøkunum hjá FO-ráðnum. 

Rættin at brúka økisnavnið .fo hava Føroyar fingið frá altjóða stovninum ICANN, Internet Corporation for Assigned Names and Numbers. 

FO-ráðið hevur umsitið økisnavnið síðani 2001.

Ætlanin er, at Fjarskiftiseftirlitið skal hava eftirlitið, sum er ásett í lógini.

 

Fer at kosta 50-100.000 kr. 

Tað fer at kosta 50.000-100.000 kr. um árið.

Eitt uppskot um kunngerð er eisini gjørt um internetøkisnavnið .fo. Tað er sent til hoyringar.

Sambært tí skal eitt felag umsita økið.

Í leiðslu felagsins skulu vera umboð fyri føroyska internetsamfelagið.

 

Fýra fólk í leiðsluni

Í minsta lagi fýra fólk skulu vera í leiðsluni. 

KT-felagið velur eitt fólk fyri professionellar veitarar.

Felagið Samskifti velur eitt fólk fyri professionellar brúkarar, Brúkaraumboðið eitt fyri privatar brúkarar og Gjaldstovan velur eitt umboð. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341